Hadjuk Split fingið sekt frá UEFA

Hadjuk Split fingið sekt frá UEFA
UEFA , evropeiska fótbóltssamgongan, hevur givið kroatiska fótbóltsfelagnum Hadjuk Split 50.000 evrur, 373.000 krónur, í sekt fyri viðhaldsfólk
Á Tórsvølli 1. august.
 
20.09.2024 - 06:44

UEFA hevur givið kroatiska fótbóltsfelagnum Hadjuk Split 50.000 evrur, 373.000 krónur, í sekt fyri viðhaldsfólk, sum vóru til dystin móti HB 1. august og móti MFK Ružomberok í Slovakia 8. august.

Sektin er latin fyri ófrið, fyri at blaka lutir inn á vøllin og fyri at brúka fýrverk.

UEFA hevur viðgjørt teir báðar útidystirnar hjá Hadjuk Split saman.

UEFA forbjóðaði eisini Hajduk Split at selja viðhaldsfólki atgongumerki til næsta útidyst hjá felagnum.

Hadjuk Split kom ikki víðari í Conference kappingini eftir dystin móti MFK Ružomberok. 

Hadjuk Split kundi kæra avgerðina hjá UEFA.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129