Vilja hava betri vegir og gonguteigar - KÍ fingið nóg mikið frá kommununi

Vilja hava betri vegir og gonguteigar - KÍ fingið nóg mikið frá kommununi
Video: Klaksvíkingar vilja hava hægri raðfesting á vegir og gonguteigar, men at minni peningur verður brúktur til fyrisiting og til ítróttar- og frítíðarumstøður í býnum
Bæði kommunukanningin hjá Kringvarpinum og fólk á gøtuni í Klaksvík halda, at KÍ nú hevur fingið nóg mikið av peningi frá kommununi
Mynd: Bárður Lydersen  
 
20.09.2024 - 17:08

Í stóru kommunukanningini hjá Kringvarpinum, sum Lóður hevur staðið fyri, er nøgdsemi at búgva í sínari kommunu hjá teimum 217 spurdu fólkunum í Klaksvík eitt vet minni enn restina av landinumFólk, ið Kringvarpið hevur spurt á gøtuni í Klaksvík, siga seg vera nøgd við at búgva í býnum:

Bugva_i_Klax

 

Í kommunukanningini svara fólk í Klaksvík, at umstøðurnar til skip og bátar eru góðar í býnum, men Klaksvík stendur seg ikki so væl, tá tað kemur til ferðslutrygdina á kommunalu vegunum, og ei heldur, tá tað snýr seg um gonguteigar í býnum, men hvat sigur fólkið á gøtuni?

Ferdslutrygd_Klaksvik

 

Í Klaksvíkar kommunu halda fólk, at møguleikarnir at íðka ítrótt og til rørslu eru góðir í býnum, men sambært kommunukanningin, so kostar kommunala fyrisitingin ov nógv, og so hava ítróttarfeløgini og mentanin fingið nóg mikið av peningi. Fólkini, sum vit hava prátað við á gøtuni halda, at ítróttarfeløgini - og serliga KÍ - hava fingið ríkiligt av peningi frá kommununi:

Minni_til_itrott

 

Vegir og gonguteigar hava høga raðfesting, tá fólk í kommunukanningini verða spurd um, hvat kommunan eigur at raðfesta. Eisini skulu umstøðurnar hjá teimum eldru betrast.

Fólkini, ið vit hava spurt, vilja hava betri fíggjarliga stýring, frítíðarkort til børn, sum íðka ítrótt, og so skulu umstøðurnar hjá teimum, sum íðka fimleik, betrast:

Hvat_skal_byradid_gera_komandi_arini

 

Inntøkurnar hjá Klaksvíkar kommunu vóru í fjør 344,5 milliónir krónur, rakstrarútreiðslurnar vóru 272,5 milliónir krónur, meðan 55,6 milliónir krónur vórðu nýttar til íløgur.

Tað er eingin loyna, at Klaksvíkar kommuna skyldar nógv. Kommunan skyldaði 358,5 milliónir krónur við árslok 2023, men hevur tikið meira lán, skuldin er nú, sambært Føroya Váðaráð, 450 milliónir krónur – eins nógv sum hjá Tórshavnar kommunu:

Skuldin

 

88 ára gamli Suni Bjartalíð hevur upplivað og sæð menningina og broytingina av Klaksvík, men hann saknar millum annað eitt tilhaldsstað til pensjónistar í býnum.

Hann ætlar sær ikki á kommunuval í heyst, tí hann skilir ikki politikkin í Klaksvík, sum, sambært honum, bara snýr seg um Fólkaflokkin.

Suni sigur, at Fólkaflokkurin hevur sitið við valdið í Klaksvík í fleiri áratíggju, men mátti fáa hjálp frá einum sambandsmanni eftir seinasta kommunuval:

Suni_-_Folkaflokkurin

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 28. apríl
Eftir sjey feit ár (4:4)
207658
Týsdag 28. apríl
Flaggdagshald 2026
207663
Týsdag 28. apríl
Breddin: Fútin og Bakkafrostmálið
207660
Mánadag 27. apríl
Við Tórði á túri um Leirvíksfjall
207621
Mánadag 27. apríl
KÍ aftur á slóðina
207602
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 27. apríl
Veðrið
207632
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
207572
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533