ES letur Ukraina 334 milliardir

ES letur Ukraina 334 milliardir
Pengarnir skulu brúkast í krígnum móti Russland
Ursula von der Leyen, forkvinna í ES-kommissjónini
 
20.09.2024 - 19:01

ES ætlar at lata Ukraina lána 334 milliardir krónur í innifrystum russiskum ognum.

ES-kommissjónin hevur tikið hesa avgerðina í dag, og hon er gjørd út frá G7-avtaluni.

- Hetta er eitt stórt framstig, segði Ursula von der Leyen, forkvinna í ES-kommissjónini, á tíðindafundi í Kyiv saman við Volodymyr Zelenskyj, forseta.

Fyrimunirnir fyri bæði ES og Ukraina eru eyðsæddir.

Við hesari loysnini fær Ukraina eitt hart tiltrongt ískoyti í landskassan, meðan talan er um pengar, sum onga ávirkan hava á skattgjaldarar í Evropa. Lánið er nevniliga fíggjað av rentum av russiskum virðum, sum ES-lond hava lagt hald á.

Tá tað snýr seg um, hví ES kemur við hesum uppskotinum sigur Ursula von der Leyen millum annað:
- Vit vilja lata Russland gjalda fyri oyðileggingarnar, sum tey sjálvi hava framt.

Sambært Volodymyr Zelenskyj, forseta, skulu pengarnir leggjast í orku-undirstøðukervið í landinum, sum er fyri áhaldandi bumbuálopum, verjuskipanir skulu gerast og sjúkrahús skulu endurbyggjast. 

Síðan skulu pengar leggjast í ukrainsku verjuna, fyrst og fremst í dronuídnaðin, og til meiri luftverju.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Eitt stjørnuskot so vakurt
216071
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096