Eingin serstøk játtan at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu

Eingin serstøk játtan at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu
TAKS hevur keypt skannarar til eftirlitshølið á Farstøðini og hjá Posta
Dagføringin av eftirlitshølunum hjá TAKS á flogvøllinum er ikki byrjað, men roynt verður at fáa hetta við í langtíðarætlanina hjá Vága floghavn, sigur løgmaður. (Savnsmynd)
 
23.09.2024 - 11:11

TAKS hevur ikki fingið serstaka játtan til at røkka málunum í heildarætlanini um at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu í Føroyum árini 2022 til 2028. 

Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, í svari til Bárð á Lakjuni, løgtingsmann, sum spurdi um heildarætlanina.

Tó hækkaði játtanin til økt tolleftirlit 500.000 kr. í ár.

TAKS hevur í fjør og í ár arbeitt við at fáa til vegar eina profileringsskipan.

Men hetta hevur víst seg at vera eitt trupult mál. Hon var í 2022 mett at kosta tríggjar milliónir krónur.  

 

Bárður á Lakjuni, løgtingsmaður, spurdi løgmann um heildarætlanina. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Hava keypt skannarar

Í 2022 keypti TAKS nýggjan skannara til eftirlitshølið á Farstøðini.

Og í fjør keypti TAKS nýggjan skannara til eftirlitshølið hjá Posta.  

Dagføringin av eftirlitshølunum hjá TAKS á flogvøllinum er ikki byrjað, men roynt verður at fáa hetta við í langtíðarætlanina hjá Vága floghavn, sigur løgmaður.

Og TAKS ætlar møguliga at keypa bingjuskannara, sum var mettur at kosta væl oman fyri tvær milliónir í 2022, tá heildarætlanin var skrivað.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. desember
Møti í Betesda
184478
Leygardag 30. november
TEMAPLÁTAN 40, 'Isolation', Toto, 1984
184316
Leygardag 30. november
Jambalaja - 301124
184448
Leygardag 30. november
Upp á tá - 291124
184433
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. desember
Andaktin
184479
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (3:4) - teknmálstulkað
184477
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (2:4) - teknmálstulkað
184471
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (1:4) - teknmálstulkað
184468
Leygardag 30. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2) - teknmálstulkað
184426