Á Breddanum: Børn á barnaverndarstovnum og kvinnur í kommunustýrum

Á Breddanum: Børn á barnaverndarstovnum og kvinnur í kommunustýrum
Tvey evni eru í sendingini í dag
Eingin familjudepil hevur verið síðani 2022. (Savnsmynd)
 
27.09.2024 - 09:23

Eingin familjudepil hevur verið síðani januar 2022.

Avleiðingin er, at fleiri børn eru skrivað inn á barnaverndarstovnar.

Ein nýggj skipan skal gerast, har familjur í størri mun hjálpast heima, heldur landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum.

Djóni Nolsøe Joensen kemur í útvarpsstovuna.

 

Kvinnulisti í Sunda kommuna

Á kommunuvalinum 12. november fáa fólk í Sunda kommunu møguleika at seta kross við ein kvinnulista. Stig eru tikin til listan fyri at betra um kvinnuumboðanina í kommunustýrinum, har einans ein  av ellivu kommunustýrislimum er kvinna. 

Men hvussu gongst at fáa kvinnur á valevnislistarnar, nú freistin at stilla upp til kommunuvalið nærkast?

Breddin í útvarpinum og á kvf.fo. klokkan 10.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542