Óli til stórfelag

Óli til stórfelag
Ungi og evnaríki hondbóltsspælarin, Óli Mittún, hevur skrivað undir fýra ára sáttmála við danska felagið, GOG
 
05.10.2024 - 14:45

- Eg eri sera fegin um sáttmálan við GOG og gleði meg at sleppa at royna meg á hægri støði, sigur Óli Mittún. 

Tað var bara spurningur um tíð, áðrenn 19 ára gamli Óli Mittún fór at taka av enn størri avbjóðingum á síni yrkisleið sum hondbóltsspælari. 

Næsta kappingarár verður gula blusin í svenska IK Sävehof skift út við gulu blusina í danska GOG. Tað er ikki eitt og hvørt felag, sum føroyingurin fer at spæla við. GOG er kent fyri, at ala upp hondbóltsspælarar á heimsstøði, m.a. Mattias Gidsel, Simon Pytlik, Mikkel Hansen og Joacim Boldsen.

 

Áhugin stórur fyri føroyinginum

Stórur áhugi hevur verið fyri føroyska hondbóltssnillinginum, m.a. hava fleiri stórfeløg í Týsklandi ligið framvið. Tað er tó ikki tað størsta, sum altíð er tað besta, heldur Óli Mittún, ið hevur tikið atlit til onnur viðurskiftir eisini. 

- Fyri ein 19 ára gamlan drong hevur tað eisini týdning at trívast, og í GOG eru fleiri ungir spælarar, umframt at eg havi systkin og familju tætt við. So har kann eg hava eitt sosialt lív uttan fyri hondbóltin og tað hevði eg ikki fingið í sama mun í Týsklandi. Samstundis er GOG eitt felag, har eg meti meg kunna mennast mest, so eg ætli mær at taka nøkur ár har, áðrenn leiðin gongur víðari til størri feløg, sigur Óli Mittún.

 

GOG oddalið

GOG liggur í løtuni fremst í bestu donsku hondbóltsdeildini við fullum stigatali eftir fimm dystir. Nú klokkan 15 seinnapartin byrjar oddadystur millum GOG og  verandi danmarkarmeistararnar úr Aalborg.

Óli Mittún og IK Sävehof skulu spæla European League dyst týsdagin í næstu viku. Hetta er triðja kappingarárið hjá føroyinginum í svenskum hondbólti. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713