Smyril avlýsir túrar

Smyril avlýsir túrar
Smyril siglir vestan fyri Sandoynna í dag, og tí kann roknast við seinkingum.
 
07.10.2024 - 08:20

Illfýsna veðrið í dag hevur broytingar við sær í ferðaætlanini.

Smyril fór av Krambatanga nú klokkan seks, og hann fer av Havnini klokkan 8.45, men so siglir hann ikki av aftur Tvøroyri fyrr enn klokkan 18.45. Tað vil siga, at túrarnir klokkan hálvgum tólv av Krambatanga og túrurin klokkan fýra av Havnini í dag verða ikki sigldir.

Tað upplýsa Strandfaraskip Landsins á heimasíðu síni.

Strandferðslan upplýsir eisini, at Smyril í dag siglir vestan fyri Sandoynna, og at tað tí kann roknast við seinkingum.

Tá veðrið er, sum tað er í dag, er skilagott hjá teimum, sum brúka buss ella ferju at fylgja við á heimasíðuni hjá Strandferðsluni, og hon eitur ssl.fo.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026