Lógir sum loyva landsstýrinum at spara nakrar milliónir

Lógir sum loyva landsstýrinum at spara nakrar milliónir
Løgtingið fer í dag at viðgera tvær fylgilógir hjá uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2025
Fylgilógir skulu geva landsstýrinum loyvi at spara í fíggjarlógini.
 
08.10.2024 - 06:37

Løgtingið fer í dag at viðgera tvær fylgilógir hjá uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2025.

Hetta eru lógir, sum skulu geva landsstýrinum loyvi til at spara.

Onnur lógin er um tillagað størv. 

Síðani 2017 eru útreiðslurnar til tillagað størv vaksnar 92 mió. kr., sigur landsstýrið. 

Fyri at spara er ætlanin at herða treytirnar.

Fólk, sum hava meira enn helvtina av sínum arbeiðsføri eftir, fáa ikki tillagað starv. 

Eisini verður ásett aldursmark, so fólk, sum lýkur aldurstreytir til framskundaða pensjón, ikki kann fáa játtað lønarískoyti til tillagað starv.

Hetta gevur eina sparing, sum er tvær milliónir krónur næsta ár, um sammett verður við 2023, sigur landsstýrið.

Í 2026 verður sparingin seks milliónir.

Uppihaldspengar

Hitt uppskotið, sum skal geva landsstýrinum møguleika til at spara, er um stuðul til uppihaldspening.

Nú sigur lógin, at tey, sum gjalda uppihaldspening til hjúnarfelaga og ella til børn yngri enn 18 ár, fáa 40 prosent úr landskassanum, tó ikki fyri fyrsta barnað.

Tá broytingin hevur fingið fullan virknað í 2026, er sparingin um árið 2,7 mió, kr.

Tey, sum gjalda uppihaldspening fyri 2024, kunnu, sambært uppskoti landsstýrisins, søkja um stuðulin fram til 1. juli 2025.

Í fjør fingu 206 fólk stuðul til uppihaldspengar.

Tingfundurin í dag er kl.11.00.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. januar
Vikuskiftið 3 januar 2025
185846
Fríggjadag 3. januar
Morgunlestur fríggjadagur 3. januar 2025
185356
Hósdag 2. januar
RagnarRokk 2.januar 2025
184018
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. januar
Veðrið
185848
Mikudag 1. januar
Sig okkurt skek
185740
Mikudag 1. januar
Hjartabørn í Kenja
185737
Mikudag 1. januar
Andakt við Gerhardi Jónsson Mikkelsen
185736
Týsdag 31. desember
Nýggjár 2024
185722