- Tíðindi, mentan og ítróttur
FSF uppsagt Håkan Ericson: "Úrtøkan ikki nøktandi"
Seinastu fimm árini hevur Håkan Ericson staðið á odda fyri A-landsliðnum hjá monnum.
Men nú eitt gott ár er eftir av avtaluni, eru Fótbóltssamband Føroya (FSF) og Håkan Ericson blivin samd um at enda samstarvið.
Við øðrum orðum, so er Håkan Ericson uppsagdur.
"Samstundis sum vit staðfesta, at okkara landslið er sera sterkt, so er samlaða úrtøkan ikki nøktandi. Vit liggja niðast í bólkinum, og hava higartil ikki megnað at vunnið nakran dyst – heldur ikki á heimavølli. Undir hesum umstøðum halda vit tað vera best at fáa nýggjar kreftir at standa á odda fyri okkara A-landsliðið við monnum," sigur Christian Andreasen, forseti í FSF.
Eyðun og Atli skulu standa á odda
Í staðin hevur FSF gjørt avtalu við Eyðun Klakstein og Atla Gregersen, um at standa á odda fyri manslandsliðnum til UEFA Nations League dystirnar, sum verða á útivølli um ein mánað.
Hósdagin 14. november spæla Armenia og Føroyar í Jerevan, og tríggjar dagar seinni, sunnudagin 17. november spælir føroyska manslandsliðið í Skopje í Norðurmakedónia.
FSF ynskir eisini at takka Håkani Ericson fyri samstarvið hesi fimm árini, hann hevur verið venjari hjá føroyska A-landsliðnum.
"Síðani tann 3. september í 2020 til dystin sunnukvøldið móti Lettlandi, hevur Håkan staðið á odda fyri landsliðnum í 34 kappingardystum. Í hesum tíðarskeiðnum hevur hann fingið stig í nærum helvtina av dystunum, og er hann sostatt tann venjarin, ið hevur fingið bestu úrslitini við landsliðnum," stendur í tíðindaskrivinum frá FSF.
Hoyr samrøðu við Christian Andreasen, FSF-forseta, her: