Fiskaprísurin nógv hækkaður

Fiskaprísurin nógv hækkaður
Lítið er til av fiski á marknaðinum, men eftirspurningurin er stórur, og tí hækkar prísurin
Marknaðarkreftirnar ráða í hesum døgum. Fiskaprísurin er nógv hækkaður, tí útboðið er lítið, men eftirspurningurin er stórur.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
28.10.2024 - 09:53

Stórur eftirspurningur og lítið útboð hevur við sær, at fiskaprísirnir eru hækkaðir nógv seinastu vikurnar.

Tað eru bæði stjórin á Fiskamarknaðinum; Høgni Hansen, og formaðurin í Ráfiskakeyparafelagnum, Jógvan Hansen,  á einum máli um. 

 

Høgni Hansen er stjóri í Fiskamarknaðinum. 

 

Prísurin á toski 1 hevur ligið millum 40 og 44 krónur kilo seinastu vikurnar, og prísurin á øðrum fiskasløgum hevur eisini verið góður.

Í seinastuni hevur eitt norskt felag, sum nevnist Norwegian Seafood Company, bjóðað upp á fisk í Føroyum undir navninum Faroese Seafood Company, men formaðurin í Ráfiskakeyparafelagnum heilsar allari kapping vælkomnari.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

28102024_Fiskaprisir

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329