Dagmar Joensen-Næs fær virðisløn M. A. Jacobsens fyri mentanarligt avrik

Dagmar Joensen-Næs fær virðisløn M. A. Jacobsens fyri mentanarligt avrik
Dagmar Joensen-Næs hevur givið okkum heimildarfilmar úr føroyskum jørðildi, sum ofta viðgera sárar, eksistentiellar og tabuiseraðar spurningar, stendur í grundgevingini
Dagmar Joensen-Næs
Mynd: Ólavur Frederiksen  
 
31.10.2024 - 17:35

Virðisløn M. A. Jacobsens fyri mentanarligt avrik 2024 verður latin Dagmar Joensen-Næs.

Dagmar Joensen-Næs hevur síðani seinast í 1980-árunum framleitt slóðbrótandi og markbrótandi heimildarfilm, serliga til sjónvarp.

Dagmar Joensen-Næs hevur givið okkum nógvar journalistiskar heimildarfilmar úr føroyskum jørðildi, sum viðgera sárar, tabuiseraðar, inniligar, áhugaverdar, ræðandi eksistentiellar og samfelagsligar spurningar.

 

Brenna seg fastar í tilvitsku okkara

Okkum dámar best at fata samfelagið sum rúmligt, inkluderandi og rættvíst, men heimildarfilmarnir hjá Dagmar vísa ofta eina heilt aðra ekskluderandi søgu.

Gjøgnum sjóneyku hennara brenna heimildarfilmarnir seg rimmarfastar í tilvitsku okkara.

Dagmar Joensen-Næs setir neyðugu spurningarnar, varpar ongantíð ljós á seg sjálva sum journalist og gevur okkum ikki einføld svar.

 

Nortið við viðkvæmar spurningar

Hon hevur nortið við viðkvæmar tilveruspurningar, langt áðrenn hesir fingu rúmd á politiska vígvøllinum. Til dømis spurningar um kynsligan samleika, sálarkvøl, fátækradømi, svik og misnýtslu.

Sum tøkk fyri drúgva tænastu og við vón um fleiri týdningarmiklar heimildarfilmar fær Dagmar Joensen-Næs M.A. Jacobsens heiðursløn fyri mentanarligt avrik 2024, stendur í grundgevingini fyri at lata Dagmar Joensen-Næs virðisløn M. A. Jacobsens fyri mentanarligt avrik 2024. 


Mynd: Ólavur Frederiksen
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttandurðaguðstænasta
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763