Moldova: Russisk uppíblanding

Moldova: Russisk uppíblanding
Í dag greiðir fólkið í Moldova atkvøðu í øðrum umfari av forsetavalinum, og aftur verður sagt frá russiskari uppíblanding í valið í lítla landinum millum Rumenia og Ukraina.
Aftur í dag verða russar lagdir undir at leggja uppí forsetavalið í Moldova
Mynd: Daniel Mihailescu/Agence France-Presse  
 
03.11.2024 - 17:52

Í seinna valumfarinum skulu moldovar velja ímillum sitandi forseta, Maiu Sandu, sum vil knýta landið nærri ES og vesturheiminum, og russiskavinarliga Alexandr Stoianoglo.

Hvørki teirra fekk í fyrra valumfari yvir helvtina av atkvøðunum, so tí gjørdist neyðugt við einum valumfari aftrat.

Allar kanningar benda á, at tað verður øgiliga javnt, men ábendingar hava verið um, at Sandu við teprum meiriluta kann varðveita forsetasessin.

Russar reingja valúrslitið
Myndugleikarnir í Moldova vilja í dag vera við, at teir hava varnast “ógvisliga russiska uppíblanding”.

Tað veit Reuters-tíðindastovan at siga frá Stanislav Secrieru, trygdarráðgeva hjá sitandi forsetanum.

- Talan er um eitt átak, sum hevur góðar møguleikar at reingja valúrslitið, skrivar Secrieru á sosiala pallinum X.

Eisini, tá ið fyrra valumfarið var, komu líknandi skuldsetingar fram lokalt, umframt frá óheftum OSCE-eygleiðarum, men Russland vísir øllum aftur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815