Pauli prógvaði sítt virði

Pauli prógvaði sítt virði
Eygað á Paula Jacobsen er nú frískt eftir skurðviðgerðina í vár, og tað lat hann gestirnar úr Kosovo vita. Uttan verndarbrillur stóð hann ein branddyst
06.11.2024 - 22:10

Hann var eyðmjúkur sum vanligt, tá hann stillaði upp til samrøðu eftir sannførandi sigurin á Kosovo.

Viðmerkjararnir hjá Kringvarpinum hildu, at Pauli Jacobsen í føroyska málinum taldist millum teir bestu á degnum, men hann hevði hug at geva øðrum æruna.

 - Um teir halda tað, má eg bara takka verjuni, tí hon stóð øgiliga væl í dag, segði Pauli Jacobsen.

Og rætt hevði føroyski málverjin. 

Tað var kanska verju- og málmansavrikinum at takka, at Kosovo ikki fór nøkur mál framum í fyrra hálvleiki, áðrenn glið kom á føroyska álopsspælið. 

 - Vit høvdu greiðar avtalur um skjúttarnar hjá teimum. Tá teir komu í ávísar støður, skuldi verjan taka eina síðu, og eg skuldi taka hina, og tað riggaði øgiliga væl í dag, segði málverjin, sum lá á umleið 40 bjargingarprosentum. Hann er nú mestsum frískur í eyganum eftir skurðviðgerð í vár, og spældi uttan verndarbrillur.

Nú vóna hann og hinir føroysku spælararnir at vinna á útivølli, har avrikini sjáldan hava verið góð. Sunnudagin tekur Ukraina ímóti Føroyum í Litava, har dysturin verður spældur orsakað av krígnum.

 - Ja, tað vóna vit. Vit hava stríðst eitt sindur á útibana í mun til her heima, men vit ætla at venda gondini, og tað byrjar sunnudagin, segði Pauli Jacobsen.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. januar
Morgunlestur fríggjadagur 16.januar 2026
202445
Hósdag 15. januar
RagnarRokk 15.januar 2026
201519
Hósdag 15. januar
RagnarRokk: Robby Thomas Walsh um Banned
201515
Hósdag 15. januar
EM 26 tíðindi - 15 jan 2026
202745
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571