Alment innlit ikki við í tunnilslóg

Alment innlit ikki við í tunnilslóg
Lógaruppskotið hevur ikki ásetingar um, at P/F Suðuroyartunnilin er fevnt av innlitslógini og fyrisitingarlógini. Og tað verður eisini staðfest í viðmerkingunum til uppskotið
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
09.11.2024 - 13:30

Almenna partafelagið Suðuroyartunnilin verður ikki fevnt av lógini um alment innlit. Tað er greitt, nú lógaruppskotið um Suðuroyartunnil er alment og sent til hoyringar.

Lógaruppskotið hevur ikki ásetingar um, at P/F Suðuroyartunnilin er fevnt av innlitslógini og fyrisitingarlógini. Og tað verður eisini staðfest í viðmerkingunum til uppskotið.

Almennu partafeløgini - tað veri seg Atlantsflog, Vága Floghavn, Føroya Tele og Posta - eru ikki fevnd av lógini um alment innlit. Men tá lógaruppskotið um Visit Faroe Islands varð orðað, afturi í 2014, var ásett beinleiðis í grein-6 í lógini fyri Visit Faroe Islands, at løgtingslóg um innlit í fyrisitingina er galdandi fyri felagið.

Tann leisturin - at tryggja innlit beinleiðis í lógini fyri eitt alment partafelag - er ikki brúktur síðani. Og verður tað eftir øllum at døma heldur ikki hesaferð.

Aksel V. Johannesen lovar tó, at almenna partafelagið kortini skal vera fevnt av almennum innliti. Tað skal bara gerast við eini kunngerð í staðin fyri at seta tað beinleiðis í lógina, sigur løgmaður.

Hoyr samrøðu við Aksel V. Johannesen her:

Aksel_um_alment_innlit

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928