Ætla at brúka seinastu fíggingina til Ukraina, áðrenn Trump tekur við

Ætla at brúka seinastu fíggingina til Ukraina, áðrenn Trump tekur við
Joe Biden, forseti, fer mikudagin at hitta nýggja forsetan, Donald Trump, m.a. um Ukraina
Joe Biden, forseti, og ukrainski starvsbróðirin, Zelenskyj.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
11.11.2024 - 08:42

Hvítu húsini í Washington ætla at brúka seks milliardir dollarar - tað, sum er eftir av fíggingini til Ukraina, áðrenn Donald Trump verður tikin í eið sum forseti í januar. 

Tað segði amerikanski trygdarráðgevin, Jake Sullivan, í gjár. 

Hann segði seg samstundis stúra fyri, hvørjar avleiðingarnar vera, um USA gevst við at veita Ukraina stuðul.

Joe Biden, forseti, fer mikudagin at hitta Donald Trump, og tá fer Biden at gjøgnumganga týdningarmestu uttanríkispolitisku spurningarnar í Evropa, Asia og Miðeystri.

USA hevur staðið á odda fyri altjóða samgonguni, sum stuðlar Ukraina í krígnum móti Russlandi. 

- Eitt av aðalmálunum hjá Biden seinastu mánaðirnar er at seta Ukraina í sterkastu støðu á hermótinum, soleiðis at Ukraina at enda er í so sterkari støðu sum til ber við samráðingarborðið, segði Sullivan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928