Fyrsta valstaðið talt upp: Borgarstjórin fekk flestar atkvøður í Fámjin

bannari
Fyrsta valstaðið talt upp: Borgarstjórin fekk flestar atkvøður í Fámjin
Núverandi borgarstjórin í Fámjin, Jóanis Lisberg, hevur fingið flestar atkvøður. Næstflestar atkvøður fekk Aslaug Frígerð í Smiðjuni, sum var uppstillað á lista B
 
12.11.2024 - 20:25

Fyrsta valstaðið er talt upp, og í Fámjin eru atkvøðurnar nú klárar. 

Jóanis Lisberg, sum hevur verið borgarstjóri seinastu 8 árini, fekk flestar atkvøður. Hann var uppstillaður á lista A og fekk 25 atkvøður av teimum 72 atkvøðunum.

Næstflestar atkvøður fekk Aslaug Frígerð í Smiðjuni, sum var uppstillað á lista B. Hon fekk 16 atkvøður. 

Arni Henry Teindal á lista A fekk 15 atkvøður.

Listi A fekk í alt 55,6 % av atkvøðunum, og tað var nokk til tvey umboð í bygdarráðnum, meðan listi B fekk 44,4 % prosent av atkvøðunum, og tað var nokk til eitt umboð í bygdarráðnum. 

Sostatt verður bygdarráðið í Fámjin, sum telur tríggjar limir, mannað av teimum trimum Jóanisi Lisberg, Arna Henry Teindal og Aslaug Frígerð í Smiðjuni.

Tú sært valúrslitini á heimasíðu okkara, trýst her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928