Skipa meiriluta í Klaksvík uttan um Fólkaflokkin

Skipa meiriluta í Klaksvík uttan um Fólkaflokkin
Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Sjálvstýri hittast klokkan 10 at skriva samgonguskjal
Karl Johansen fekk flestar atkvøður á kommunuvalinum í Klaksvík í gjár, og ætlar sær at halda fram sum borgarstjóri í nýggja meirilutanum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
13.11.2024 - 09:35

Hóast Fólkaflokkurin gjørdist størstur í Klaksvík á kommunuvalinum í gjár, verður nú skipaður meirluti uttan um Fólkaflokkin. 

Tað skilja vit á Karl Johansen, borgarstjóra, tá vit fingu orðið á hann í morgun. 

- Meirluti verður skipaður við Sambandsflokkinum, Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Sjálvstýri, og vit hittast kl 10 at skipa okkum og skriva samgonguskjal, sigur hann. 

Spurdur, hvør verður borgarstjóri, er svarið greitt: "Eg", sigur Karl Johansen.

Teir fýra flokkarnir í nýggja meirilutanum hava tilsamans seks býráðslimir.

Fólkaflokkurin hevur fimm býráðslimir

Meira verður at frætta í tíðindunum kl 12.20.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Týsdag 3. november
Tá minan brast á skúlaloftinum í Dali
215840
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860