Tusk: Telefon-diplomati við Putin ger ongan mun

Tusk: Telefon-diplomati við Putin ger ongan mun
Pólski forsætisráðharrin finst at týska samveldiskanslaranum, sum dagin fyri stórálopið gjáranáttina tosaði í telefon við russiska forsetan
Donald Tusk er forsætisráðharri í Póllandi.
Mynd: AFP  
 
18.11.2024 - 08:38

Polski forsætisráðharrin Donald Tusk sigur, at telefonsamrøður við russiska forsetan Vladimir Putin kunnu ikki koma í staðin fyri samlaðu mótstøðuna hjá Vesturheiminum móti krígnum í Ukraina.

- Eingin kann steðga Putin við telefonsamrøðum. Álopið sunnunáttina er eitt hitt størsta, sum hevur verið í krígnum, og tað prógvar, at telefon-diplomati kann ikki koma í staðin fyri veruligan stuðul úr Vesturheiminum til Ukraina, skrivaði pólski forsætisráðharrin á X í gjár.

Boðini koma tríggjar dagar eftir, at týski samveldiskanslarin Olaf Scholz ringdi til russiska forsetan.

 

Týski samveldiskanslarin, Olaf Scholz. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Stórálop

Russland framdi sunnunáttina stórálop á Ukraina á fleiri hermótum. 

Pólland setti allar herdeildir í landinum í tilbúgving og sendi jagaraflogfør á flog. 

Funnist verður nógvastaðni at telefonsamrøðuni, millum annað í Ukraina. 

Scholz hevur svarað atfinningunum og sigur, at hetta var vert eina roynd at tosa við Putin fyri at beina burtur allar ímyndingar, sum hann kundi havt um, at stuðulin hjá Vesturheimurin til Ukraina er um at fána burtur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358