- Tíðindi, mentan og ítróttur
Onki føroyskt orð er fyri deyting
Tað eru bæði fyrimunir og vansar við talgildum deytingtænastum sum Tinder, sigur Bjørt Lind, ið er útbúgvin sálarfrøðingur og sexologur. Tað góða er at tað gerst lættari at møta onkrum, og tað kann skunda undir hetta at finna ein partnara. Men samstundis er tað ein vansi at tú eisini kanst verða snýtt ella sáraður. Og um tú sveipar og sveipar og onki eydnast, kann hetta ávirka bæði sjálvsfatan og sjálvsálit skeiva vegin.
Men yvirhøvir haldi eg at tað at hava hendan online møguleikan er bara eitt eykating í tí at finna ein partnara.
Deyting er eisini eitt rættuliga nýtt fyribrygdi í Føroyum. Og kanska er tað tí, at øll kenna øll í Føroyum og tí er føroyski deytingmarknaðurin øðrvísi enn uttanlands. Hevur tú verið á einari miseydnaðari deyt, er ikki óhugsandi at tú møtir viðkomandi aftur seinri – og tað hendur ikki í sama mun uttanlands.
At deyting er eitt lutfalsliga nýtt fyribrigdi í Føroyum sæst eisini aftur málsliga, tí vit hava ikki nakað rættuligt orð fyri at deyta. Har er kortini eitt orð, sum Bjørt Lind dámar sera væl, hóast tað ikki er júst tað sama, og tað er at fjasast, sum Bjørt heldur vera eitt eitt stað millum tað at deyta og at ganga saman.
Í Føroyum verða deyting-appir eisini brúktar, soleiðis at tú fær eitt yvirlit yvir hvørji fólk eru tøk á marknaðinum, og møtur tú onkran teirra í býnum, veitst tú at tú kanst royna eftir viðkomandi.
Úrvalið av deytingheimasíðum og deytingappum er rættuliga fjølbroytt, sigur Bjørt. Umframt appir sum Tinder, Happn, Bumble, Hinge, OkCupid, Badoo, Match.com, EliteSingles og Grindr finnast nógvar appir, sum venda sær til serligar málbólkar, sum eitt nú samkynd, um tú er trúgvandi ella ikki, og um tú hevur kelidjór ella ikki fyri bara at tríva í rúgvuna.
Í samrøðuni verður eisini nomið við eitt nú hvat er ein góð vangamynd á netinum, hvussu er við romantiska partinum, tá tú møtist á netinum, um hvønn týdning deyting-appir kunnu hava fyri javnstøðu, og í hvønn mun koronafarsóttin kann hava broytt deytingmynstri á netinum.
Samrøðan við Bjørt Lind kann hoyrast her!