Bilar í Suðuroyartunlinum sleppa undan gjaldi í Sandoyartunlinum

Bilar í Suðuroyartunlinum sleppa undan gjaldi í Sandoyartunlinum
Løgmaður svaraði munnligum fyrispurningi í tinginum fyrrapartin
Arbeitt verður við ætlan um, at ferðslan í Suðuroyartunlinum skal ikki rinda fyri at koyra í Sandoyartunlinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
20.11.2024 - 13:43

- Ætlanin er, at bilar, sum koyra í Suðuroyartunlinum, skulu koyra ókeypis í Sandoyartunlinum.

Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Tá munnligir fyrispurningar vóru í tinginum fyrrapartin, spurdi Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, um ætlanin er, at bilar, sum fara at koyra í Suðuroyartunlinum, sleppa at koyra ókeypis í Sandoyartunlinum.

Hann vísir á, at avbjóðingin við tí er, at Sandoyartunnilin er peningaliga knýttur saman við Eysturoyartunlinum.

Tað vil siga, at um bilar úr Suðuroynni skulu koyra ókeypis gjøgnum Sandoyartunnilin, so skulu tey, sum koyra gjøgnum Eysturoyartunnilin, í roynd og veru eisini rinda fyri Suðuroyartunnilin.

- Lánið til Eystur- og Sandoyartunlar skal verða útgoldið í 2039, segði løgmaður:

 

20112024_Aksel_og_Suduroyartunnilin

 

 

 

 

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860