Betri gjøgnumskygni við smileyskipan

Betri gjøgnumskygni við smileyskipan
Smiley- ella bráskipanin til matstovur, sum liggur til hoyringar, er ein stórur bati fyri almenningin í mun til verandi eftirlitsskipan
21.11.2024 - 19:23

Frá 1. mars komandi ár fara øll støð, sum selja mat, at hava eina sokallaða brámynd hangandi sjónligt. Hon fer at vísa eftirlitsúrslitið hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Har fara fólk at síggja eitt fegið brá, eitt strangt brá ella eitt misnøgt brá:

- Fegið brá verður givið, tá eingin viðmerking er frá myndugleikunum. 

- Strangt brá verður givið, tá Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur staðfest frávik frá reglunum og hevur givið eitt nú boð, forboð ella sett tiltøk í verk. 

- Misnøkt brá verður givið, um myndugleikin hevur staðfest álvarslig frávik ella afturvendandi brot á reglurnar.

Breið semja er um, at tá nýggja skipanin kemur í gildi verður gjøgnumskygnið innan matstovuvinnuna munandi betri, enn tað er í dag. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221