Landsstýrismálanevndin fund í næstu viku

Landsstýrismálanevndin fund í næstu viku
Tvær kærur eru í nevndini - onnur um Dennis Holm, landsstýrismann, um svartkjaftabýtið, og hin er frá MEGD um løgtingsmál og hoyringar
Hans Jacob Thomsen er formaður í landsstýrismálanevndini.
 
22.11.2024 - 13:56

Landsstýrismálanevndin hevur fund í næstu viku.

Landsstýrismálanevndin bíðar enn eftir uppriti frá umsitingini hjá løgtinginum um kæruna um Dennis Holm, landsstýrismann.

Men tað er á veg, hevur nevndin fingið at vita, sigur Hans Jacob Thomsen, formaður í landsstýrismálanevndini.

Árni Skaale, løgtingstingmaður, kærdi Dennis Holm um svartkjaftabýtið. Tað var 5. mai.

Dennis Holm læt 35.000 tons av svartkjafti sum felagskvota við hámarki. 

 

MEGD kært um hoyringar

Og nevndin hevur fingið eitt mál aftrat.

MEGD hevur klagað landsstýrið fyri ikki at senda lógaruppskot til hoyringar, áðrenn tey fara í løgtingið.

Felagið sigur, at landsstýrið í heilum sendir lógaruppskot í løgtingið, sum taka rættindi frá fólki við breki, uttan at hoyra avvarðandi feløg og útgreina avleiðingarnar.

Megd sigur, at tað er ikki bara hendan samgongan, men eisini undanfarnar samgongur, sum hava skundað mál ígjøgnum uttan hoyring.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928