Vaksandi vindur í kvøld og morgin

Vaksandi vindur í kvøld og morgin
Vit sleppa ikki heilt undan ringa veðrinum fyrr enn týsdagin, hóast tað ikki verður so ógvusligt sum síðstu nátt, sigur Hanus Kjølbro, veðurfrøðingur
Hanus Kjølbro, veðurfrøðingur.
 
24.11.2024 - 14:24

Ringasta veðrið hæsaði av fyrrapartin, men illveðrið vil ikki heilt sleppa okkum enn. Framvegis er stormur á havleiðunum vestanfyri Føroyar, meðan nakað minni vindur er á leiðunum eystanfyri. 

-Vit kunnu vænta meira vind í kvøld, og eisini í morgin verður nógvur vindur, serliga vestanfyri, sigur Hanus Kjølbro, veðurfrøðingur á Veðurstovu Føroya. 

Ikki fyrr enn týsdagin minkar vindurin, sum eisini hevur nógv regn við sær. Men tá kunnu vit so vænta okkum nakrar góðar dagar. 

Hanus Kjølbro segði soleiðis um veðrið í tíðindunum klokkan 14:

Hanus_Kjolbro_241124

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820