Málverjin: Krevjandi at vera síðsti skansin

Málverjin: Krevjandi at vera síðsti skansin
Tú skal vera væl fyri kroppsliga og sterk mentalt fyri at trívast sum hondbóltsmálverji. Tú ert síðsti skansi og hevur ábyrgdina, sigur Annika Fríðheim Petersen
0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 
27.11.2024 - 13:35

 - Tá eg var heilt lítil, spældi mamma mín hondbólt niðri, og eg var altíð við til venjing og dystir og sat á beinkinum, og eg helt bara, at hon var mega kul, og vildi bara vera akkurát líka. 

Soleiðis varð eisini hjá Anniku Fríðheim Petersen. Hon valdi málverjaleiðina, og skal nú - saman við Rakul Wardum - royna at bjarga skotunum frá sveisisku, kroatisku og ikki minst donsku skjúttunum undir EM-endaspælinum í Sveis.

Tað krevur bæði styrki og dirvi at vera hondbóltsmálverji, sigur hoyvíkingurin.

 - Tað krevur nógv mentalt. Tá eg var minni hugsaði eg ikki líka nógv um tað. Tá var tað bara at fara inn og bjarga tí, tú kundi, og tað var ikki eins nógv trýst á, men eldri eg bleiv, kendi eg meir ábyrgdina av at mann var síðsti skansi. Antin hevði mann hondina á bóltunum, sum komu, ella ikki, sigur Annika Fríðheim Petersen.

Hon telist eisini millum tær, sum hava valt at royna seg í hondbólti uttanfyri Føroyar. Fyrst í Íslandi og síðan í Norra og Danmark, og tað er ikku uttan avbjóðingar.

 - Eg undirmetti tað at byrja við. Hetta við at skifta land. Tað eru allatíð nýggjar relatiónir og mentanir, tú skal inn í. Venjingar eru ymiskar, alt eftir hvat tú spælir, so tað krevur ordiliga nógv, men tá tú elskar tað, tú gert, er alt nógv lættari, sigur málverjin.

Hoyr meir frá Anniku Fríðheim Petersen í innslagnum omanfyri.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 2. mai
Veðrið
191347
Fríggjadag 2. mai
KAKUMiKS (5:7)
191336
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187