Jana gongur undan

Jana gongur undan
Manshondbóltur fylti nógv í uppvøkstrinum, men tá Jana Mittún sá, at beiggin og systkinabørnini fóru út í heim at spæla, valdi hon at royna somu leið, og tað angrar hon ikki
29.11.2024 - 10:45

Jana Mittún er undangongukvinna fyri nýggja føroyska hondbóltsættarliðið, men tað lá kortini ikki altíð í kortunum.

Hon var ikki altíð so hugagóð sum barn, men evnini vóru eyðsæð, og seinni, tá kviki bakspælarin úr Hoyvík sá beiggjan og systkinabørnini fara út í heim at royna hondbóltseydnuna, valdi hon blaðung at fara somu leið. 

 - Tað byrjaði at fylla eitt sindur meir, at mann kundi tað, greiðir Jana Mittún frá.

 - Ikki tí, at eg ikki visti tað áðrenn, men tað lá eitt sindur langt burtur, og eg hugsaði ikki ordiliga, at eg endiliga skuldi tað. Eg visti væl, at eg hevði evnini, til at royna okkurt annað enn at spæla í Føroyum, og tá eg sá fekk eitt so gott tilboð ella møguleika, so tók eg av, og tað eri eg ordiliga glað fyri, at eg gjørdi, sigur bakspælarin.

Leiðin gekk til Viborg HK í bestu donsku deildini, sum skuldi byggja nýtt lið upp. Har er Jana Mittún nú á øðrum ári, og leiklutur hennara tykist alsamt at vaksa. Hondbóltslívið er kortini ikki uttan avbjóðingar.

Hoyr Janu Mittún greiða frá í innslagnum omanfyri.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. juli
RagnarRokk 30.juli 2026
209740
Hósdag 30. juli
RagnarRokk: Phil Pendergast um Khemmis
209739
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373