Til reiðar at møta á fundi

bannari
Til reiðar at møta á fundi
Støðan kann ikki halda fram, og tíðin er nú komin til at koma víðari, sigur Levi Mørk
Levi Mørk fekk flestar atkvøður á javnaðarlistanum í Vági á kommunuvalinum.
 
26.11.2024 - 12:52

Levi Mørk, sum var toppskorari á javnaðarlistanum á kommunuvalinum í Vági, er nú til reiðar at møta á býráðsfundi, næstu ferð tað verður kallað inn til fundar.

Tað sigur hann í stuttari viðmerking við Kringvarpið í dag.

Arni D. Brattaberg, fyrstvaldur á tjóðveldislistanum, hevur í tveimum førum kallað nývalda býráðið til fundar at skipa nýggjan býráðsmeiriluta, men í hvørgum føri hevur fundurin verið viðtøkuførur, tí øll møttu ikki. 

Men nú sigur Levi Mørk, at hann fer at møta á fundi, næstu ferð tað verður kallað inn.

- Verandi støða kann ikki halda fram, og tíðin er nú komin til at koma víðari, sigur Levi Mørk við Kringvarpið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527