Næstformaðurin: Máar støðið undan nevndini

Næstformaðurin: Máar støðið undan nevndini
Bárður á Steig Nielsen heldur tað vera burturvið, at farið verður at keypa sær uttanhýsis niðurstøðu í sambandi við kæruna um Dennis Holm
Bárður á Steig Nielsen er næstformaður í uttanlandsnevndini.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
29.11.2024 - 11:00

Árni Skaale, løgtingsmaður, kærdi Dennis Holm, landsstýrismann, til landsstýrismálanevndina í mai fyri at hava latið 35.000 tons av svartkjaftakvotuni. 

Nú hevur landsstýrismálanevndin gjørt at av keypa sær uttanhýsis niðurstøðu, fyri ikki at skapa meira øsing um nevndina eftir málið um Ingilín D. Strøm.

Bárður á Steig Nielsen, nevndarlimur, heldur hetta vera púra burturvið.

Tað máar støðið undan nevndini, sigur hann. 

 

Johnhard Klettheyggj, stjóri á løgtingsskrivstovuni.

 

Johnhard Klettheyggj, løgtingsstjóri, hevur seinni skrivað eina frágreiðing til formansskapin í løgtinginum, har hann heldur, at meirilutin í landsstýrismálanevndini - í samband við viðgerðina av málinum um Ingilín D. Strøm - ikki hevur álit á umsitingin í løgtinginum. 

 

Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna. 

 

Sí innslag í Degi og viku og samrøðu við Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinnu, sum var gestur í sjónvarpsstovuni:

 

LANDSSTYRISMALANEVND_OG_BJORT

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928