Jesper Jensen: - Vit gleða okkum at spæla ímóti "lítlusystur"

Jesper Jensen: - Vit gleða okkum at spæla ímóti "lítlusystur"
Danski venjarin, Jesper Jensen, gleðir seg til dystin ímóti Føroyum í morgin, og sigur, at danir fara til uppgávuna við fullum huga
02.12.2024 - 17:13

Danmark gleðir seg at spæla ímóti Føroyum í síðsta umfari av bólkaspælinum, sum verður í morgin. Tað sigur venjarin, Jesper Jensen, sum stendur á odda fyri danska liðnum triðja EM-endaspælið í rað.

 - Vit gleða okkum at spæla ímóti "lítlusystur", og finna útav, hvussu langt tær eru komnar. Eg haldi, at tær hava staðið seg væl í EM, sigur danski venjarin.

Jesper Jensen avdúkar, at onkur spælari hjá Danmark, sum hevur spælt nógv higartil, kanska fær eitt sindur av hvíld á beinkinum í morgin. 

 - Vit taka uppgávuna í fullum álvara. Vit hava spælt okkum víðari, men hinvegin hava vit eisini so nógvar dugnaligar spælarar, at líkamikið hvør er inni, fara vit at spæla á høgum stigi, sigur Jesper Jensen, sum nevnir Janu Mittún, Súnu Krossteig Hansen og Pernille Brandenborg sum vandamiklar spælarar hjá Føroyum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391