- Tíðindi, mentan og ítróttur
Frakland: Vinstrivongurin hóttir við misáliti á forsætisráðharran
Vinstrivongurin í franska tjóðartinginum ætlar at reisa misálit á Michel Barnier, forsætisráðharra, eftir at hann tvingaði fíggjarlógaruppskotið í gjøgnum.
- Tað eru nú tit, sum skulu gera av, um land okkara skal missa eina fíggjarstýring, sum tekur ábyrgd, er ómissandi og hevur týdning fyri borgararnar í landinum, ella um vit skulu inn á ókendar leiðir, segði Barnier í tjóðartinginum í gjár.
Konservativi Barnier stendur á odda fyri minnilutastjórn, og møguleikin er tí stórur fyri, at misálitið á hann verður samtykt.
Stjórnin noyðist tá at leggja frá sær saman við Barnier.
Fleiri flokkar í franska tjóðartinginum taka undir við misáliti á forsætisráðharran. (Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)
Ætlar at brúka serliga heimild
Barnier boðaði gjár frá, at hann fer at nýta heimild sína í grundlógini til at sleppa undan atkvøðugreiðslu í tjóðartinginum um fíggjarlógina fyri næsta ár
Stutt eftir boðaði ytsti høgraflokkurin Tjóðarsavning frá, at tey eisini taka undir við misáliti, um ikki eitt undur hendir í síðstu løtu, altso at Barnier slakar í krøvum sínum um broytingar í fíggjarlógaruppskotinum.
Eftir at Barnier segði, at hann fór at nýta heimildina í grundlógini, segði Tjóðarsavningarflokkurin, at tey taka undir við misálitinum.
Emmanuel Macron tilnevndi Michael Barnier forsætisráðharra í september. Tað var eftir, at valið í summar endaði uttan greiðan meiriluta í tjóðartinginum.
Verður uppskotið um misálit samtykt, skal Macron aftur royna at finna ein forsætisráðharra.