- Tíðindi, mentan og ítróttur
Keir Starmer tvíheldur um sessin sum forsætisráðharri

Bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer, og flokkurin hansara, Labour, høvdu stóra afturgongd á valinum í síðstu viku.
Nú lovar Starmer at mótprógva tað, sum atfinnarar hava sagt, skrivar Reuters.
- Eg veit, at summi eru ørkymlað av mær, segði Starmer á tíðindafundi í morgun.
Starmer tvíheldur tó um, at hann er maðurin, sum kann røkja starvið sum forsætisráðharri, og tann, sum kann koma við broytingum.
- Gera vit ikki hetta rætt, fer landið eina sera myrka leið, sigur hann.
Misti fleiri hundrað sessir
Labour misti fleiri hundrað sessir í lokalráðum á lokalvalinum mikudagin, og flokkurin misti eisini valdið í Wales fyri fyrstu ferð í yvir 100 ár.
Stóri vinnarin av valinum var høgrapopulistiski flokkurin, sum Nigel Farage stendur á odda fyri, Reform UK.
Konservativi flokkurin hevði eins og Labour eitt vánaligt val.
Starmer hevur sýtt fyri at leggja frá sær, hóast vánaliga úrslitið.
























