Evropa stúrir fyri fiskivinnusamstarvinum millum Russland og Noreg

Evropa stúrir fyri fiskivinnusamstarvinum millum Russland og Noreg
Sambært Financial Times brúka russar Barentshavið til at skráseta og órógva evropeiska undirstøðukervið
Financial Times skriva, at Noreg fær næstan 13 milliardir krónur fyri fisk, sum er fiskaður í russiskum sjógvi og landaður í Noregi. (Savnsmynd)
 
11.05.2026 - 08:09

Nógv lond í Evropa stúra fyri samstarvinum um tosk millum Russland og Noreg.

Londini stúra fyri trygdini í Evropa, um samstarvið heldur fram, skrivar Financial Times.

Heimsins størsti toskastovnur er í Barentshavinum.

Russland og Noreg hava havt samstarv um stovnin síðani 1975.

Hetta samstarvið er neyðugt fyri at sleppa undan ovfisking, siga fiskifrøðingar.

Sambært Financial Times brúka russar Barentshavið til at skráseta og órógva evropeiska undirstøðukervið.

Stórur partur av toskastovninum mennist í russiskum sjógvi, áðrenn hann fer í norskan sjógv at gýta.  

 

Fáa 13 milliardir

Financial Times skriva, at Noreg fær næstan 13 milliardir krónur fyri fisk, sum er fiskaður í russiskum sjógvi og landaður í Noregi.

Costas Kadis, fiskivinnustjóri hjá ES, sigur við Financial Times, at samstarvið millum Noreg og Russland eigur at halda uppat. 

Hann hevur ofta gjørt vart við hetta í Oslo, sigur hann.

Dulnevndir diplomatar siga við Financial Times, at sjáldan verður tosað hart um hetta, tí hini londini í Evropa noyðast at keypa orku úr Noregi.

Norski fiskimálaráðharrin, Marianne Sivertsen Næss, sigur, at samstarvið við Russland ger, at Noreg hevur størri tamarhald á tí, sum Russland ger í norskum sjógvi.

Samstarvið millum Føroya og Russlands er ikki nevnt.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527