Hevði ikki undirtøku í samgonguni fyri uppskotinum

Hevði ikki undirtøku í samgonguni fyri uppskotinum
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, tók lógaruppskotið um tillagað starv aftur, beint áðrenn tað skuldi til aðru viðgerð í tinginum í dag
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, sigur, at atfinningar hava alla tíðina verið ímóti broytingunum í lógini um tillagað starv.
 
06.12.2024 - 13:36

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum, hevur ikki undirtøku í samgonguni, og avgjørdi at taka lógaruppskotið um tillagað starv aftur, beint áðrenn tað skuldi til aðru viðgerð í tinginum í dag.

Les lógaruppskotið her.

- Atfinningar hava alla tíðina verið móti broytingini, eisini í samgonguni. Tí taki eg uppskotið aftur, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna

- Uppskot um arbeiðsfremjandi tiltøk ger stór inntriv í gerandisdagin hjá fólki, og eigur tí ikki at vera partur av einari fíggjarlóg. Málið krevur eina størri viðgerð, sigur Sirið Stenberg:

 

06122024_Sirid

 

Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, sigur, at hóast Sirið Stenberg hevur tikið uppskotið um tillagað starv aftur, ávirkar tað ikki fíggjalógina í løtuni. 

Men okkurt má gerast við skipanina, sum dýrkar nógv, sigur Ruth Vang: 

 

06122024_Ruth

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928