Ónøgdur við arbeiðslagið hjá Málráðnum

Ónøgdur við arbeiðslagið hjá Málráðnum
Vil hava at vita, nær Málráðið fer at gera niðurstøðu um stavraðið
 
28.10.2013 - 09:05

Bjarni Djurholm, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, er ikki nøgdur við arbeiðslagið hjá Málráðnum, og hevur sett Bjørn Kalsø, landsstýrismann í mentamálum, skrivligan fyrispurning.

Bjarni Djurholm spyr, um landsstýrismaðurin hevur fatan av, at Málráðið kann fáa eyðmerking at vera losjukent, verður viljin hjá landsstýrismanninum og løgtinginum ikki fylgdur.

Hann vil eisini hava at vita, nær Málráðið fer at gera niðurstøðu um stavraðið.

Bjarni Djurholm vísir á, at á fyrsta fundinum í Málráðnum 8. januar í ár segði Bjørn Kalsø, at tað er av stórum týdningi, at fólkið kennir seg aftur í málinum.

Eisini umrøddi landsstýrismaðurin latínska stavraðið, sum Málráðið skal leggja fyri tingið at løggilda.

- Boðini frá landsstýrismanninum vóru greið. Arbeiðslagið hjá Málráðnum skal endurspegla málsliga huglagið millum manna, og málsligur seráhugi eigur ikki at hava framíhjárætt, sigur Bjarni Djurholm í viðmerkingunum til fyrispurningin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Sunnudag 2. august
Møti úr Elim
211469
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375