Fiskiveiðiavtala við Ísland

Fiskiveiðiavtala við Ísland
Føroyar og Ísland hava gjørt semju um sínámillum fiskiveiðiavtalu fyri 2025
 
06.12.2024 - 19:16

Samráðingarnar vóru á talgildum fundi í gjár og í dag. 

Londini eru samd um at halda fram við somu avtalu, sum var galdandi fyri 2024.

Fiskimálaráðið skrivar, at upprunaliga var ætlanin, at samráðingarnar skuldu verða hildnar í Føroyum fyrr í heyst, men tá val varð útskrivað í Íslandi í úrtíð, vórðu londini samd um at útseta samráðingarnar fyribils.

Føroysk skip kunnu eins og árini frammanundan fiska botnfisk og uppsjóvarfisk í íslendskum sjógvi og íslendsk skip uppsjóvarfisk í føroyskum sjógvi.

Avtalan ásetir, at føroyska botnfiskakvotan verður 5.600 tons, harav upp til 2.400 tons av toski og upp til 400 tons av brosmu. Føroyska lodnukvotan verður framhaldandi 5 prosent av heildarkvotuni, sum Ísland, Grønland og Noreg áseta, men tó í mesta lagi 30.000 tons.

Atgongdin at fiska sínar kvotur av svartkjafti og norðhavssild hjá hvørjum øðrum heldur fram sum undanfarin ár. Hetta merkir, at londini kunnu fiska hesar kvotur í síni heild inni hjá hvørjum øðrum. 

Av beinleiðis kvotu fær Ísland 1.300 tons av makreli frá Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096