Franski umhvørvisráðharri fegnast um, at Paul Watson nú er leyslatin

Franski umhvørvisráðharri fegnast um, at Paul Watson nú er leyslatin
- Áh tann lætti, skrivar franski umhvørvisráðharrin, og ynskir samstundis Watson góða ferð heim til Fraklands, har hann býr saman við familjuni.
Paul Watson hevur nú vent grønlendska fongslinum Anstalten bakið og kann venda snútan heimaftur til Fraklands, har hann býr
Mynd: Alataq Møller/Ritzau Scanpix  
 
17.12.2024 - 14:57

Í Fraklandi fegnast tey um, at umhvørvisaktivisturin, Paul Watson, er latin leysur í Grønlandi.

Franski umhvørvismálaráðharrin, Agnés Pannier-Runacher, hevur gjørt viðmerkingar til leyslatingina á sosiala miðlinum, X.

- Áh tann lætti, skrivar hon og ynskir samstundis Watson góða ferð heim til Fraklands, har hann býr saman við familjuni.

 

Paul Watson varð handtikin í Nuuk 21. juli í ár, tí Japan vildi hava hann handtiknan og settan fyri rættin fyri eina hending við Antarktis í 2010, har skip og manning hjá Watson royndu at steðga japanskari hvalaveiðu. 

 

Handtøkan av Paul Watson hendi eftir eitt tipp frá løgregluni í Føroyum, sum í fleiri ár hevur ligið í stríði við umhvørvisatgerðarmannin, sum hevur roynt at steðga lógliga grindadrápinum.  

 

Paul Watson var á veg til Japan við skipinum John Paul DeJoira at leggja seg út í hvalaveiðuna, nú Japan hevur sjósett nýtt skip til endamálið.

 

Seinastu fimm mánaðirnar hevur Watson sitið varðfongslaður í Grønlandi, men í morgun varð hann so leyslatin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Fríggjadag 19. juni
HM-poddurin: Fyrsta vikan
209929
Fríggjadag 19. juni
RagnarRokk: Thomas Eriksen um Monolitt
209099
Fríggjadag 19. juni
Morgunlestur fríggjadagur 19.juni 2026
209566
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juni
Veðrið
209937
Fríggjadag 19. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209901
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804