Nú vil Trump aftur eiga Grønland

Nú vil Trump aftur eiga Grønland
Og hann vil eisini, at USA hevur eftirlit við Panamaveitini
Nú hevur hann aftur hug á Grønlandi.
 
23.12.2024 - 06:31

Nú er Donald Trump, komandi forsetin í USA, aftur komin við uppskotinum um, at USA eigur at eiga Grønland.

Hann skrivar hetta á sosiala miðli sínum, Truth Social, skrivar Ritzau.

Hetta fer at tryggja, at frælsi og friður eru í heiminum, sigur Trump.

Hann skrivar tó ikki beinleiðis, at USA vil keypa Grønland.

Tað ætlaði hann í 2019.

Trump kemur við sínum boðskapi nú, tí hann hevur tilnevnt vinnulívsmannin og íverksetan Ken Howery í starvið sum sendiharri í Keypmannahavn.

Ken Howery hevur fyrr verið sendiharri í Svøríki. 

Donald Trump vil eisini, at USA hevur eftirlit við Panamaveitini.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. apríl
Eitt korter við klassiskum
206529
Mikudag 1. apríl
Skratsj 1. apríl 2026
206527
Mikudag 1. apríl
Morgunlestur mikudagur 1.apríl 2026
205929
Týsdag 31. mars
Morgunlestur týsdagur 31.mars 2026
205927
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. apríl
Dagur & vika - teknmálstulkað
206524
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483