Hóttan um álop á jólamarknað

Hóttan um álop á jólamarknað
Løgreglan í týska havnarbýinum Bremerhaven handtók í gjár ein mann, sum á TikTok hótti við at fremja álop á jólamarknaðin í býnum
Fríggjakvøldið koyrdi ein maður inn í mannamúgvuna á jólamarknaðinum í týska býnum Magdeburg.
 
23.12.2024 - 09:07

Løgreglan í týska havnarbýinum Bremerhaven handtók í gjár ein mann, sum á TikTok hótti við at fremja álop á jólamarknaðin í býnum.

Løgreglan megnaði at eyðmerkja mannin stutt eftir, at hann hevði boðað frá hóttanini og handtók hann. 

Løgreglan vil einki siga um hóttaninar og hvussu álvarsligar tær vóru, men sigur, at eingin vandi var á ferð fyri fólkið.

Fimm deyð

Fríggjadagin koyrdi ein 50 ára gamal maður inn í eina mannamúgvu á jólamarknaðinum í býnum Magdeburg har eystri í Týsklandi. 

Í minsta lagi fimm fólk, m.a ein níggju ára gamal drongur, lótu lív.

Meira enn 200 fólk fingu skaða, og 41 av teimum fingu álvarsligan skaða.

Álop av tí slagnum, sum hendi í Magdeburg, kann ofta geva øðrum íblástur til aðrar líknandi brotsgerðir, siga serfrøðingar, sambært NTB.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Týsdag 14. juli
Ung lesa 3.partur - Kjarr
210829
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815