Nógv minni reint alkohol verður selt nú

Nógv minni reint alkohol verður selt nú
Vøksturin í søluni hjá Rúsdrekkasøluni er nógv minni enn vøksturin í fólkatalinum. Og tá er talan um reint alkohol í spiritusi
Nógv meira vín verður drukkið nú.
 
02.01.2025 - 07:41


Vøksturin í søluni hjá Rúsdrekkasøluni er nógv minni enn vøksturin í fólkatalinum.

Hann var 2,38 prosent størri í 2023 enn í 2013. Og tá er talan um reint alkohol í spiritusi.

Hesi árini vaks fólkatalið 13,28 prosent.

Hetta sæst í ársfrágreiðingini hjá Rúsdrekkasølu landsins fyri 2023.

Føroyingar keypa nú meira veikan løg, vín og øl, meðan spiritussølan er minkað.

Nýtslan í 1992, tá Rúsdrekkasølan kom, var 8,8 litrar av reinum alkoholi fyri hvørt fólk 15 ár ella eldri, men í 2023 var hon 6,2 litrar.

Rúsdrekkasølan seldi 4.148 sløg í 2023, nakað minni enn í 2022, tá sløgini vóru 4.319.

Rúsdrekkasølan hevur átta handlar og goymslu á Hjalla, og hon hevði í 2023 34 fólk í føstum starvi og 30 tímalønt fólk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928