Vil hava at vita, hvat virksemið og bygningur eru verd

Vil hava at vita, hvat virksemið og bygningur eru verd
Síðani Sandoyartunnilin læt upp, er sølan minkað, men at handilsbygningurin í Skopun er lýstur til sølu, er ikki tí, at virksemið er í akuttari støðu
Handilsbygningurin í Skopun, har Á-handilin heldur til, er lýstur til sølu. (Mynd: in.fo)
 
06.01.2025 - 16:17

Handilsbygningurin í Skopun, har Á-handilin heldur til, er lýstur til sølu, um nøktandi boð fæst.

Í lýsingini verður sagt, at góðir og fjølbroyttir framtíðarmøguleikar eru við bygninginum hjá rætta keyparanum, sum tikið verður til. 

Tað er Handilshøllin í Skopun, ið eigur bygningin, sum tilsamans er 530 fermetrar stórur, og grundøkið er 1.313 fermetrar.

Sámal Hanni Lognberg, sum stendur fyri virkseminum í Lonini, sigur við in.fo, at sølan av gerandisvørum er nakað minkað, síðan Sandoyartunnilin læt upp fyri góðum ári síðan.

 

Betri at útvikla enn avvikla

- At vit nú hava gjørt av at lýsa bygningin og virksemið til sølu, merkir ikki, at handisvirksemið er í einari akuttari støðu. Er sølan minni, ber sjálvsagt til at tillaga goymsluna samsvarandi.

Hann heldur, at tað er meira áhugavert er útvikla enn avvikla, sum hann tekur til, og eitt av endamálunum við at lýsa virksemi til sølu er at vita, hvat virksemi og bygningur eru verd.

- Antin virksemið verður selt, ella farið verður í møguligt samstarv, so er gott at vita, hvørji virðir vit hava við at gera, sigur Sámal Hanni Lognberg við in.fo.

Í mai í ár verða 19 ár liðin, síðan Lonin læt upp í nýggjum bygningi, og tað verða 20 ár í mars, síðan hjúnini, Sámal Hanni og Krista, byrjaðu sítt handilsvirksemi í leigaðum hølum í Skopun.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928