Kommunurnar fingu 2,5 milliardir í skatti í fjør

Kommunurnar fingu 2,5 milliardir í skatti í fjør
Høvuðsstaðarkommunan fekk meira enn eina milliard í skattainntøku í 2024
Kommunurnar fingu 2,5 milliardir kr. í skatti í fjør, og vøksturin er 6,5 prosent samanborið við árið fyri.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
07.01.2025 - 08:18

Hjá teimum flestu kommununum hilnaðist árið í fjør betur enn 2023.

Tað vísir ein uppgerð hjá Taks, sambært Dimmalætting.

Uppgerðin vísir, at í fjør fingu kommunurnar kring landið góðar 2,5 milliardir inn í skatti. Í prosentum er talan um ein vøkstur upp á 6,54 prosent.

Tað eru bara fýra kommunur, sum hava fingið minni inn í skatti í fjør enn í 2023, men talan er um lítla afturgongd. 

 

Tórshavnar kommuna fær mest

Tórshavnar kommuna er tann kommunan í landinum, sum fær nógv mest í inntøku. Í fjør fóru inntøkurnar hjá Tórshavnar kommuna upp um eina milliard, tí hon hevði 1.067 milliónir í skattainntøku í fjør, og tað eru 8,33 prosent meiri enn í 2023.

Sostatt var vøksturin í Havnini nakað yvir miðal, sum altso var 6,54 prosent, og 42 prosent av øllum inntøkunum fullu niður í Havnini.

Hinvegin standa inntøkurnar hjá landskassanum mest sum í stað.

Í fjør fekk landskassin góða 2,1 milliard í inntøkum av skatti, og tað eru 0,14 prosent meiri enn í 2023.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. apríl
Høgt til loft og vítt til veggja (3:4)
207357
Týsdag 21. apríl
Eitt korter við kórtónleiki
207359
Týsdag 21. apríl
Breddin: Útbjóðing í kommunum
207354
Týsdag 21. apríl
Morgunlestur týsdagur 21.apríl 2026
207135
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. apríl
Veðrið
207372
Týsdag 21. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207347
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263