- Tíðindi, mentan og ítróttur
Trúfastur, treiskur toftamaður og fakfelagsformaður
- Ein góður lærari má vera spentur í sínum næmingum. Spentur um, at teir møta, hava tað gott og mennast sosialt og fakliga.
Tað sigur Jacob Eli Olsen, vikugestur og formaður í Føroya Lærarafelag, sum hevur verið aktuellur hesa vikuna, nú leiðreglur fyri nýtslu av fartelefonum í skúlanum hava verið á breddanum.
Fakfelagsformaðurin leggur aftrat, at ein lærari má vera ambitiøsur og seta krøv:
- Mær dámar at seta týðilig og greið krøv til næmingarnar. Geri eg ikki tað, kunnu næmingarnir kanska halda, at eg eri líkasælur og ikki leggi í teir. Tú noyðist sum lærari eisini at koyra undir, og siga: nú fert tú í gongd, eg rokni við teg her, sigur Jacob Eli við einum eygnabrái, sum er smílandi og álvasamt samstundis. Hann leggur aftrat, at tað er gott, um ein lærari er fimur fakliga og í undirvísingarlæru, so hann dugir at leggja undirvísingina til rættis uppá ymsar mátar:
- At skipa ein undirvísingartíma er sum at stjórna einum orkestri. Mann byrjar eitt stað, men stykkið er ikki skrivað liðugt, og ein veit ikki altíð, hvar tað endar. Tí má mann duga at laga seg til eftir gongdini.
Leiðreglur um fartelefonir - heldur enn bann
Nýtsla av fartelefonum í fólkaskúlanum kom aftur á breddan við nýggjársrøðuni hjá Aksel V. Johannesen, løgmanni, tá hann segði, at fartelefonir eiga at bannast í fólkaskúlanum. Hóast nógv skal gerast við trupulleikarnar, sum standast av fartelefonum, tekur Jacob Eli Olsen ikki undir við einum banni:
- Grundleggjandi dámar mær ikki forboðsstatir, tí eg haldi, at samrøðan má vinna, og tí er tað ikki gott og gagnligt við einum banni. Vit koma longri við leiðreglum og at greiða næmingunum frá teimum, heldur Jacob Eli. Hann leggur aftrat, at tað merkir ikki, at skúlarnir ikki skulu gera nógv við málið, tí telefonir órógvað. Tí fegnast hann um, at Djóni Noløse Joensen, landsstýrismaður í barna- og undirvísingarmálum í heyst kom við eini kunngerð við leiðreglum um nýtslu av fartelefonum í fólkaskúlanum:
- Fleiri skúlar vóru byrjaðir, men nú er allir farnir í gongd við at gera leiðreglur um fartelefonnýtslu. Og leiðreglurnar skulu haldast, tí annars kann tað, sambært kunngerðini, fáa avleiðingar fyri næmingin, sigur Jacob Eli. Hann stúrir tí mest fyri fartelefonnýtsluni uttan fyri skúlagátt, tí hon ávirkar í stóran mun innan skúlagátt:
"Vit eru við at fáa tamarhald á fartelefonini í skúlanum, men hon er eitt stórt órógv uttanfyri skúlan, har næmingarnir eru mest. Hetta hevur eitt nú við sær, at nógvir næmingar møta illa svøvntir og illa upplagdir í skúla, og tá verður trupult at fáa undirvísingina at rigga" sigur hann.
Familja og fótbóltur
Jacob Eli lýsir seg sjálvan sum trúfastan, álítandi og standhaftigan, og hetta samsvarar væl við lýsingina hjá systkinabarnið, Hans Harryson, ið er varadekanur á Námsvísindadeildini á Setrinum, av Jacob Eli. Hans vísur á, at Jacob Eli er treiskur, men eisini hvílur í sær og sínum meiningum:
- Endar Jacob Eli í einum kjaki, so hevur hann sjáldsama góð evnir at halda uppá sítt. Hann møðist ikki, og tí er hann helst tann føddi ella sjálvskrivaði fakfelagsformaðurin. Tá tað er sagt, er ein tann best eginleikin hjá Jacob Eli, at hann altíð hevur dugað sjáldsama væl at vera ósamdur uttan at gerast óður og ella ljótur í munninum. Tann eginleikin hevur borið hann langt, sigur Hans Harryson um systkinabarn sítt. Og formaðurin í Lærarafelagum kennir seg nokso væl aftur í lýsingini:
- Eg havi eisini ivast nógv sum barn og ungur, men mann rennur seg í ymiskt í lívinum og búnast, og nú hvíli eg nokso væl í mær sjálvum. Eg havi eisini altíð fingið rætt til at vera tann, eg eri, og tað hevur helst myndað meg, heldur Jacob Eli.
Jacob Eli er føddur og uppvaksin á Toftum, men hevur seinastu 30 árini búð í Havn. Hann er giftur við Jóhannu Arge, og hevur seks børn, harav tvey fylgdu við seinnu giftu. Uppvøksturin hevur givið honum nógv gott við á lívsleiðina, og hann er sera familjukærur, toftamaður við stórum T og svorin B68´ari. Pápin, Vernar Olsen, arbeiddi hjá Strandferðsluni og á Svangaskarði, har hann var umsjónarmaður, hevði kiosk og tók sær av bólkum. Mamman, Jancy Olsen, var heimagangandi, men sera aktiv politiskt. Hon sat í býráðnum í Nes kommunu fyri kvinnulistan, hon hevur verið næstforkvinna í Javnaðarflokkinum, sat í fyrstu Javnstøðunevndini, sum var sett á stovn í 1995, og hevur verið nevndarlimur í Kvinnufelagnum. Tí hevur javnstøða, og tað at tora at siga sína meining ligið frammalaga í uppvøkstrinum:
- Eg haldi at lívfrøðiliga kynið hevur minni at siga, tí vit eru persónar. Tað er ein sjálvfylgja, at mann býtir uppgávurnar millum sín í mun til, hvussu tað passar til dagin, og hvat einum dámar og dugir best. Men báðir partar mugu geva okkurt frá sær, og tað sakni eg onkuntíð í kjakinum, vísur hann á.
Fótbóltur hevur eisini fylt sera nógv í lívinum hjá Jacob Eli. Pápin var í nevndini hjá B68, og sjálvur spældi Jacob Eli 204 dystir í besti deildini í fótbólti, har hann var virkin í 16 ár - frá 1989 til 2004. Mest við B68 og eitt ár við HB - í 1999. Nú eru gaggurnar lagdar á hilluna, men fótbólturin hevur havt stóran týdning:
- Fótbóturin er mítt áhugamál, og serliga felagsskapurin hevur verið týdningarmikil. Sum barn sparkaðu vit meira, enn vit vandu, og so var tað eisini alt uttanfyri vøllin - samanhaldið og hetjurnar í B68. Vit vórðu tiknir við í arbeiðið á Svangaskarði, so tað bleiv ein stórur felagsskapur, har ein hoyrdi til, og varð virðismettur, og tað hevði nógv at siga, sigur Jacob Eli.
Pengar mugu fylgja við lógarbroytingum
Fyri jól sendi Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, eitt uppskot til hoyringar um fleiri broytingar í fólkaskúlalógini. Eitt snýr seg um at stytta skúladagin, eisini er ætlanin, at skúlarnir fáa størri frælsi at skipa skúladagin og at endurskoða lærugreinabýtið, so at javnvág verður millum hugvísindi, náttúruvísindi og skapandi læru, at raðfesta flokslæraraleiklutin og at styrkja tvílæraraskipanina í grunddeild.
Lærarafelagið fer at koma við viðmerkingum til lógaruppskotið áðrenn hoyringarfreistinina, sum er 24. januar. Men yvirskipað heldur Jacob Eli Olsen, at partarnir á fólkaskúlaøkinum eru tiknir ov lítið við uppá ráð í arbeiðnum at smíðja lógaruppskotið. Tað eri tí ov illa gjøgnumarbeitt til skjótt at virka í praksis, væntar hann:
- Hvør einstakur tími í skúlanum má gerast betri, og tað eigur at vera í fokus, men eg havi ikki álit á, at hesar lógarbroytingarnar fara at geva tann góða skúlan, sum vit skylda børninum, og sum Føroyar hava tørv á. Ein styttri skúladagur fer ikki at bjarga skúlanum, tí tað ger ikki skúladagin betri, men bert styttri. Mann ætlar at betra skúladagin við at styrkja tvílæraraskipanina, og tað fer at hjálpa okkum - men eg vil síggja hana í verki, áðrenn eg trúgvi uppá tað. Eg taki undir við at broyta innihaldið í skúlanum við námsætlanunum, men tað nýtist ikki at gerast við lóg. Tað kann gerast við fleiri pengum, heldur formaðurin í Lærarafelagnum.
Jacob Eli tekur tó undir við fleiri av tilmælunum, millum annað at styrkja tvílæraraskipanina, sum kann skapa betri umstøður hjá lærarunum og næmingunum:
- Tveir skúlar royna í løtuni tvílæraraskipanina, Eysturskúlin og á Skúlatrøð, og fleiri hava gjørt royndir frammanundan. Royndirnar vísa týðiliga, at vit røkka nógv fleiri børnum við hesi skipan. Nógv hevur verið tosað um inklusión í fólkaskúlanum, og tá vit eru tveir lærarar um at leggja til rættis og gjøgnumføra undirvísinga, so megna vit at lofta nógv fleiri børnum. Hugsanin, at ein lærari kann vera einsamallur við 24 næmingum, riggar ikki í dag. Tvílæraraskipanin krevur tó, at pengar fylgja við, tí tveir lærarar í flokkinum kosta meira enn ein, sigur Jacob Eli.
Fólkaskúlin má raðfestast hægri fyri at megna avbjóðingarnar á fólkaskúlaøkinum
Jacob Eli Olsen vísur á, at lærarar gera eitt megnar arbeiði. Men fólkaskúlin er ikki raðfestur nóg høgt seinastu mongu árini, hóast stórur tørvur er á tí, tí uppgávurnar eru vorðnar fleiri og avbjóðingarnar øðrvísi:
- Ein stór avbjóðing hjá fólkaskúlanum er, at tað eru alsamt fleiri næmingar, sum hava ilt við at virka í einum stórum bólki. Tey megna ikki so væl felags boð, tey órógvast av at sita millum nógv onnur, og tað eru fleiri næmingar, sum lærararnir mugu hava tíð til at tosa við ein og ein. Tað koma eisini fleiri børn, sum ikki eru uppvaksin í Føroyum, og tað er gott. Men avbjóðingin hjá skúlanum er, at tey skilja ikki føroyskt, og tí tørva teimum meira hjálp frá lærarunum.
Hetta rákið at næmingar trívast verri í stórum bólkum, hevur leingi verið í londunum rundan um okkum, men Jacob Eli hevur valt at leggja størri dent á loysnir, enn at spyrja hví, støðan er so:
-Hini norðurlendsku lærarafeløgini hava leingi havt hendan trupulleikan, og hóast tey hava arbeitt við tí leingi, er ongin frágreiðing um, hví støðan er so. Eg fái ikki hjálpt næmingunum við bert at spyrja hví. Næmingarnir eru, sum tey eru, og tey eru virkuliga praktfull og røsk, men í einum ov stórum bólki trívast tey ikki so væl. Skúlin hevur sum uppgávu at skapa pláss fyri børnunum, sum tey eru, og tað royna vit at gera við at rópa varksó, og fáa mynduleikarnar at lurta eftir okkum. Men tað hevur ikki eydnast okkum nóg væl at fáa politisku mynduleikarnir at lurta, sigur Jacob Eli.
Hann vísur eisini á, at tørvur er á at lýsa innihaldið í skúlanum og á eftirútbúgving:
- Vit mugu ikki hava ov smalar karmar, men frælsi til at skipa undirvísingarhættir og innihald í skúlanum. Haraftrat er stórur tørvur á at eftirútbúgva lærarar, tí vit hava ikki dagført lærarar nóg væl seinastu mongu árini. Mín vón eru tí, at vit fáa breiðar semjur um fólkaskúlan, og at okkara rødd verður tikin við, tá vit skulu skipa ein góðan skúla. Tí vit hava ongantíð áður havt so stóran tørv á, at børn okkara mennast og læra væl í fólkaskúlanum, tí samfelagið krevur so nógv, sigur Jacob Eli Olsen, formaður í Føroya Lærarfelag.
Lurtið eftir allari samrøðuni við Jacob Eli Olsen, formann í Føroya Lærarafelag, her: