Javnaðarfeløg vilja hava Gerhard úr flokkinum

Javnaðarfeløg vilja hava Gerhard úr flokkinum
Málið kemur fyri á floksleiðslufundi leygardagin
 
31.10.2013 - 10:15

Sjey av limafeløgunum í Javnaðarflokkinum mæla floksleiðsluni til at koyra Gerhard Lognberg, tingmann úr Javnaðarflokkinum.

Í skrivinum til floksleiðsluna siga tey sjey limafeløgini, at málið hjá Javnaðarflokkinum er at taka við landsins leiðslu, so sosialdemokratisku virðini mynda tann politikk, sum førdur verður.

Tá ið Javnaðarflokkurin bjóðar seg fram at vera stjórnarberandi, mugu veljarar og samstarvspartar kunnu líta á flokkin og tað mandat, ið flokkurin bjóðar seg fram við.

Fortreytin fyri hesum er, at flokkurin hevur trúvirði, og at hann virkar sum ein sterk eind.

Tí eigur tað at fáa avleiðingar, tá ið ein tinglimur ferð eftir ferð virkar, talar og atkvøður í andsøgn við flokkin.

Gerhard Longberg hevur fleiri ferðir seinastu mongu árini alment givið til kennar meiningar, sum beinleiðis stríða ímóti grundsjónarmiðum floksins, eins og hann ikki hevur virt tær avgerðir, sum floksleiðslan hevur tikið á demokratiskan hátt – ofta einmælt.

Eitt nú tók Gerhard Lognberg í 2008 stuðulin aftur til eina samgongu, sum Javnaðarflokkurin hevði leiðsluna av, eins og hann kallaði táverandi løgmann og formann Javnaðarfloksins fyri landasvíkjara frá Løgtingsins røðarapalli.

Tann 23. august í ár samtykti ein samd floksleiðsla, at Javnaðarflokkurin ikki tók undir við uppskotinum hjá landsstýrinum um at lata einum privatum útlendskum felag einkarættin at byggja og reka Skálafjarðartunnilin, tí hetta fór at dýrka verkætlanina við milliardum.

Kortini hevur Gerhard Lognberg fleiri ferðir gjørt greitt, at hann ikki virðir hesa týðandi avgerð floksins.

Tann 10. oktober tók formaður floksins, saman við hinum andstøðuformonnunum, stig til at leggja misálit á Løgmann.

Her atkvøddi Gerhard Lognberg blankt.

Tað er eitt sera álvarsamt stig at koyra ein tinglim úr flokkinum, men í hesum føri er hetta einasta loysn, um flokkurin skal endurvinna álitið, siga limafeløgini m.a. í skrivinum til floksleiðsluna.

Feløgini sum hava skrivað undir eru: Suðuroyar Syðra Javnaðarfelag, Suðurstreymoyar Javnaðarfelag, Norðstreymoyar Javnaðarfelag, Vága Javnaðarfelag, Eysturoyar Javnaðarfelag, Norðoya Javnaðarfelag og SU-Sosialistisk Ung.

Málið kemur fyri á floksleiðslufundi leygardagin. Floksleiðslan er mannað av 35 álitisfólkum úr øllum limafeløgunum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
RagnarRokk: Fernando Ribeiro um Far From God
215799
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890