Sjálvstøðugt land í staðin fyri fullveldi ella loysing

Sjálvstøðugt land í staðin fyri fullveldi ella loysing
Forkvinnan í Tjóðveldi nýtir ikki orðini loysing ella fullveldi. Sirið Stenberg sigur, at Føroyar skulu vera eitt sjálvstøðugt land
Sirið Stenberg, forkvinna í Tjóðveldi.
 
25.01.2025 - 18:37

- Eg vóni, at Føroyar vera eitt sjálvstøðugt land. 

Tað sigur Sirið Stenberg, forkvinna í Tjóðveldi, nú allir flokkar á løgtingi eru sinnaðir at gera broytingar í ríkisrættarligu støðuni.

Løgmaður nevndi í gjár eftir fund við forfólkini í øllum flokkum, at tað tykist at vera stór semja millum flokkarnar, at broytingar skulu gerast á ríkisrættarliga økinum.

Tjóðveldi hevur altíð verið ein loysingarflokkur, og Sirið Stenberg gleðist um, at hinir flokkarnir hava flutt seg á ríkisrættarliga økinum.

Hon sigur, at tað er týdningarmikið, at Føroyar vera eitt sjálvstøðugt land, men hon nýtir ikki orðið loysing ella fullveldi.

- Júst hvussu barnið eitur, er ikki tað týdningarmesta, bara vit fáa eina sjálvstøðugar Føroyar, sigur Sirið Stenberg.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342