- Eiga at brúka venjing í krabbameinsviðgerð

- Eiga at brúka venjing í krabbameinsviðgerð
Vit eiga at brúka kropsliga venjing í krabbameinsviðgerðini, heldur Magni Mohr, professari í arbeiðs-og ítróttarfysilogi. Kanning vísir, at tað økir sannlíkindini at yvirliva.
Magni Mohr, professari í arbeiðs og ítróttarfysiologi
 
26.01.2025 - 14:48

Styrkivenjing og góð konditión kunnu økja sannlíkindini at yvirliva krabbamein við 50 prosentum.

Tað vísir nýggj avstralsk kanning, har granskarar hava kannað styrkina í vøddunum og konditiónina hjá 47.000 krabbameinssjúklingum. 

Tí eiga vit, at brúka kropsliga venjing í krabbameinsviðgerini og í viðgerðini hjá øðrum sjúklingabólkum.

Tað sigur Magni Mohr, professari í arbeiðs-og ítróttarfysilogi.

Styrki og góð konditión kunnu gera, at medisinska viðgerðin virkar betur og gera tað, at sjúklingar tola viðgerðina betur.

Granskarar á Edith Cowan University í Avstralia stóðu fyri kanningini, sum British Journal of Sports Medicine gav út. 

 

Hoyr innslagið, sum var í tíðindasendingini klokkan 14.00:

1722403

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672