Vegamót: Støðan í ríkisfelagsskapinum

Vegamót: Støðan í ríkisfelagsskapinum
Forfólkaumfar í annaðkvøld eftir Dag og viku
Løgmaður hevði fríggjadagin fund við forfólkini í flokkunum um ríkisrættarligu støðuna. Í annaðkvøld vera forfólkini í sjónvarpsstovuni eftir Dag og Viku í sendingini, sum hevur fingið heitið Vegamót.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
27.01.2025 - 11:34

Trump vil hava Grønland.

Mette Fredriksen vil broyta ríkisfelagsskapin til ein felagsskap við trimum sjálvstøðugum tjóðum.

Løgmaður hevur havt fund við flokkarnar og  roynir at finna tjóðarsemju um eina nýggja skipan. Semjan skal vera klár longu í juni.

Alt hetta er hent brádliga í nýggja árinum. Hvat vendir upp, og hvat vendir niður? Hvussu langt vilja flokkarnir fara, og hvat verður nýggja ríkisrættarliga støða Føroya?

Hetta fara forfólkini í politisku flokkunum at umrøða í sjónvarpsstovuni í annaðkvøld eftir Dag og viku.

Sendingin hevur heitið Vegamót. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Týsdag 3. november
Tá minan brast á skúlaloftinum í Dali
215840
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860