Tunnilsfelagið uppskot um nýggja vegaloysn á Sandi

Tunnilsfelagið uppskot um nýggja vegaloysn á Sandi
Skotið verður upp at gera nýggjan veg á Hamrinum eystan fyri bygdina, men øll í bygdaráðnum eru ikki so fegin um tað, tí har kann vera vindhart
Jón Sgurdsson og Kristian Stórhamar hava uppskot um tunnil undir bygdini. Teir arbeiða nú við nýggjum uppskot, har tunnilin verður umleið 800 metrar longri, og fer niður innan fyri Múlan.
 
28.01.2025 - 18:00

Tunnilsfelagið, sum fyrireikar Suðuroyartunnilin, ætlar nú at sleppa uttan um Sands bygd við einum nýggjum vegi uppi á Hamrinum eystan fyri bygdina. 

Kristian Oskar Henriksen, borgarstjóri, sigur, at tað er ein møguleiki at leggja vegin uppi á Hamrinum.

Áðrenn verkætlanin hjá tunnilsfelagnum var løgd fram í november, hevði felagið ikki tosað við Sands og Hvalbiar kommunur, um hvussu ein tunnil fór at ávirka ferðsluna gjøgnum bygdirnar. 

Men nú í januar hevur tunnilsfelagið tosað við kommunurnar.

Borgarstjórin á Sandi hevur verið á fundi við tunnilsfelagið, og felagið hevur lagt fram eitt uppskot, so tað slepst undan allari tungu ferðsluni í bygdini.

 

Kristian Oskar Henriksen, borgarstjóri. 

 

Snara til Skopunar

Uppskotið er at gera ein veg eftir Hamrinum, soleiðis at tá ið komið verður upp úr Sandoyartunlinum, verður snarað til Skopunar og koyrt eitt sindur niðan brekkuna. Ein nýggjur vegur skal gerast eystur í Hamaran, og so skal ein vegur vera eftir Hamrinum allan vegin, til tú kemur í vegin til eystanbygdirnar. 

Borgarstjórin kunnaði bygdaráðið á Sandi um ætlanirnar í gjárkvøldið.

Men tað eru ikki øll í bygdarráðnum, ið taka undir við ætlanini.

 

Poul Klementsen, bygdarráðslimur. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Vindhart

Poul Klementsen, bóndi og bygdarráðslimur tekur als ikki undir við ætlanini. Hann væntar, at tað kann verða vindhart at koyra uppi á Hamrinum.

Poul Klementsen vil heldur, at ætlanin, sum Jón Sigurdsson og Kristian Stórhamar løgdu fram í desember, har ein tunnil fer undir Sands bygd, upp í Skúgvoy, og síðani víðari til Suðuroyar, verður til veruleika.

Jón Sigurdsson og Kristian Stórhamar arbeiða nú við einum nýggjum uppskot, har tunnilin verður umleið 800 metrar longri, og fer niður innan fyri Múlan. Poul Klementsen væntar, at tað fer at kosta umleið 300 milliónir krónur aftrat.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

28012025_Sandur_og_Suduroyartunnilin

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. mars
Vikuskiftið 27. mars 2026
206364
Fríggjadag 27. mars
Bønhústoftin á Velbastað
206355
Fríggjadag 27. mars
Morgunlestur fríggjadagur 27.mars 2026
205924
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. mars
Veðrið
206362
Fríggjadag 27. mars
Løgtingsval 2026 - teknmálstulkað
206360
Fríggjadag 27. mars
KAKUMiKS 2 (2:7)
206356
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297