Nes kommuna hækkar kassakredittin upp í 35 milliónir

Nes kommuna hækkar kassakredittin upp í 35 milliónir
Kassakreditturin er til 31. mars í 2027, og tá skal hann umleggjast til vanligt lán
Nes kommuna hækkar kassakredittin í Føroya Banka upp í 35 milliónir kr.
 
30.01.2025 - 08:29

Føroya Banki hevur játtað at hækka kassakredittin hjá Nes kommunu upp í 35 mió. kr. 

Tað eru 18 milliónir krónur meira enn nú.

Kassakreditturin er til 31. mars í 2027.

Hann skal tá umleggjast til vanligt lán.

 

8,3 milliónir í halli

Neyðugt er at læna pengar, tí kommunan hevur 8,3 mió. kr. í halli og skal rinda 2,9 mió. kr. í láni í ár.

Kommunan hevur eisini brúk fyri einari millión í tøkum gjaldføri.

Og íløgur fyri 17 milliónir eru fluttar frá 2024 til 2025.

Rentan er í løtuni 3,6 prosent av trektum kassakreditti umframt 0,25 prosent av øllum kassakredittinum, sum er 35 mió. kr. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025