Føroysk ross til sølu

Føroysk ross til sølu
Keyparar skulu vera við í alingini
Føroysk ross.
 
02.02.2025 - 15:28

Nú ber til at ogna sær eitt føroyskt ross. 

Búnaðarstovan hevur nakrar góðlyntar aliryssur í aldrinum eitt til 15 ár til sølu. 

Búnaðarstovan hevur ikki pláss fyri teimum. Tí vera tær seldar.

Tað hevur stóran týdning at fáa keyparar, sum vilja vera við í aliarbeiðinum at menna stovnin av føroyska rossinum, sigur Búnaðarstovan.

Prísuppskotið hjá Búnaðarstovuni er 5.000 kr.

Búnaðarstovan hevur eisini nakrar greðingar til sølu.

Teir eru í samráði við leiðsluna í Felagum føroysk ross eru tiknir úr aliarbeiðinum.

Og teir kunnu tí brúkast til annað endamál.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Mánadag 17. august
RagnarRokk: Patrick Prochiner um Desolation
209148
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744