Maskinmeistarafelagið krevur milliónir frá SEV

Maskinmeistarafelagið krevur milliónir frá SEV
Felagið heldur ikki, at SEV hevur rindað løn í samsvari við sáttmálan millum Maskinmeistarafelagið og KAF í nógv ár, og krevur tí umleið tríggjar milliónir krónur frá SEV
Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, gevur ilt av sær um SEV, m.a. tí elfelagið eftir hansara tykki ikki heldur seg til sáttmálan
 
02.02.2025 - 18:56

Maskinmeistarafelagið hevur handað SEV eitt milliónakrav, tí felagið er sannført um, at SEV ikki hevur umsitið vaktarskipanirnar hjá SEV á Sundi, í Vági og í kontrollrúminum við Landavegin í samsvari við ásetingarnar í sáttmálanum millum Maskinmeistarafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Felagið hevur fingið innlit í lønarseðlarnar hjá maskinmeistarunum hjá SEV fyri tey seinastu fimm árini, og við støði í teimum heldur fakfelagið seg við vissu kunna staðfesta, at elfelagið hevur ikki hildið seg til ásetingarnar í sáttmálanum.

Sambært formanninum í Maskinmeistarafelagnum hevur SEV altíð brúkt hesa mannagongina, og tí er hann sannførdur um, at talan í veruleikanum átti at verið um eitt nógv størri krav. Men fyrningarfreistin í slíkum førum er fimm ár og tí hevur Maskinmeistarafelagið hildið seg til ta freistina.

Limirnir hjá Maskinmeistarafelagnum arbeiða eftir sáttmálanum, sum felagið hevur við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, KAF, og sambært formanninum er hetta sami sáttmáli, sum maskinmeistararnir hjá IRF eisini brúka, og har eru eingir trupulleikar við lønunum, sigur hann.

Sambært Arnfinni Bech hava lønarviðurskiftini hjá SEV ta avleiðing, at elfelagið ikki fær maskinmeistarar í starv. 

- Teir eru áhugaðir, men teir missa hugin, tá teir hoyra, hvussu nógv teir fáa í løn, sigur formaðurin, sum til samanbergingar vísir á, at bussførararnir í høvuðsstaðnum fáa meira í løn enn maskinmeistararnir, hóast maskinmeistararnir arbeiða meira - og hava eina fakliga útbúgving.

 

Provokasjón sum svar

Arnfinn Bech er ikki nøgdur við, at felagið ikki hevur fingið svar frá SEV enn.

Einasta reaktiónin, sum felagið sambært formanninum hevur fingið, er ein starvslýsing, har SEV lýsir eftir starvsfólki til kontrollrúmið við Landavegin, og sambært lýsingini kann starvið setast eftir annaðhvørt sáttmálanum millum Maskinmeistarafelagið ella Starvsfelagið øðrumegin og KAF hinumegin.

Hetta góðtekur Maskinmeistarafelagið ikki, tí tað hevur altíð verið vanligt, at Maskinmeistarafelagið "eigur" hesi størvini.

- Tað eru maskinmeistarar, sum starvast í kontrollrúminum, og vit vita við vissu, at tað er ein ella fleiri maskinmeistarar, tey tørva. Kortini skriva tey í lýsingini, at starvið kann mannast eftir øðrum sáttmála enn okkara. Tað er óhoyrt, og sjálvandi kunnu vit ikki bara góðtaka tað uttan mótstøðu, sigur Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum í skrivinum, sum felagið kallar "Krígsavbjóðing frá SEV".

Hann lesur starvslýsingina hjá SEV sum eina provokasjón, tí vaktarskipanirnar vóru sentralar í sáttmálasamráðingunum, har felagið kravdi at fáa greiðar arbeiðstíðarreglur í sáttmálan, og tað eydnaðist.

 

Søkja bara eftir fólki

Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, er skjótur at vísa frá sær, at SEV hevur umsitið sáttmálan skeivt við vilja, og hann slær fast, at hevur SEV gjørt nakað skeivt, so skal tað rættast.

Stjórin í SEV vísir tó á, at hetta málið eisini kann vera ein spurningur um tulking, og er tað har mann er, so skal málið loysast sum slíkar trætur skulu loysast. 

Hákun Djurhuus slær tó fast, at starvslýsingin hjá SEV ikki upp á nakran hátt skal takast sum ein provokasjón ella nakað sum líkist tí. 

- Uppgávan hjá okkum er at finna fólk til tær uppgávur sum vit hava, og tað er ikki annað enn tað, sigur Hákun Djurhuus.

 

Trýst her fyri at hoyra innslagið, sum var í tíðindunum klokkan 14 í dag.

1723750

 

Trýst her fyri at hoyra innslagið, sum var í tíðindunum klokkan 18 í dag.

1723745


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558