Felagstilbúgvingin keypt bjargingarbát

Felagstilbúgvingin keypt bjargingarbát
Talan er um skjóttgangandi bát, sum verður staðsettur á Tvøroyri
Báturin, sum er keyptur fyri 175.000 krónur, er ein RIB-bátur av slagnum Valiant S750. Hann hevur 250 hestar og kann sigla stívliga 50 míl.
Mynd: Eysturoyarportalurin  
 
03.02.2025 - 08:35

Leygardagin  fekk felagstilbúgvingin hjá Fámjins, Hvalbiar og Tvøroyrar kommununum bjargingarbátin, sum er keyptur frá Eysturkommunu.

Talan er um skjóttgangandi bát, sum verður staðsettur á Tvøroyri.

Tað var tilbúgvingarleiðarin í Eysturkommunu, Gunnar Olsen, sum handaði bjargingarbátin, sum fær navn ein av fyrstu døgunum.

Báturin, sum er keyptur fyri 175.000 krónur, er ein RIB-bátur av slagnum Valiant S750. Hann hevur 250 hestar og kann sigla stívliga 50 míl.

Hann hevur nýggj siglingartól.

Báturin stendur á vogni og tí er skjótt og lætt at flyta hann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659